Anne-Elisabeth Hagen varð fyri 12 vikum síðani tikin úr heimi sínum uttanfyri Oslo. 68 ára gamla Anne-Elisabeth er kona milliarderin Tom Hagen, og menninir, sum tóku hana hava kravt loysigjald fyri konuna.
Løgreglan bíðaði leingi við at gera sakina almenna, men bað fyri nøkrum vikum síðani almenningin um hjálp. Fleiri túsund fólk ringdu til løgregluna við tippum, og nú vónar kanningarfólkið, at tey kanska hava okkurt at fara eftir.
Norska løgreglan leitar tí nú eftir lutum hjá Anne-Elisabeth, sum teir halda eru blakaðir í eitt vatn í Lørenskog, har Anne-Elisabeth varð burturførd.
Vatnið er áleið 1,3 kilometrar langt og 30 til 80 metrar breitt. Í desember er ísurin omaná so tjúkkur, at til ber at ganga á vatninum. Bæði sløkkilið, løgregla og kavarar eru til staðar, skrivar TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald