Innanlands

Lutir hjá Elton John seldir fyri nógvar milliónir

Christie’s upphoðssøluhúsið selir burtur úr ognunum hjá bretska sangaranum

Hesir stúvlarnir fóru fyri 690.000 krónur (Mynd: Christie's)

Hesir stúvlarnir fóru fyri 690.000 krónur (Mynd: Christie's)

2024-02-22 07:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað varð selt fyri næstan 8 milliónir dollarar, svarandi til knappar 55 milliónir krónur, tá ein partur av ognunum hjá bretska sangaranum Elton John, í gjár vórðu seldar á uppboðssølu í New York, skrivar AFP tíðindastovan.

Millum seldu lutirnar vóru einir silvurlittir stúvlar við forbókstavunum hjá sangarunum á. Teir vórðu seldi fyriri næstan 100.000 dollarar – umleið 690.000 krónur.

Tað er uppboðssøluhúsið Christie’s, sum stendur fyri søluni. Fram til 28. februar verður skipað fyri tilsamans átta uppboðssølum, sum ganga fyri seg bæði fysiskt og talgilt.

[object Object]
Elton John avmyndaður á Glastonbury festivalinum í juni í fjør (Mynd: EPA)

Í gjár fekk ein hvít- og gulllitt buksudrakt frá byrjanini av 1970’unum, sniðgivin av mótasniðgevanum Annie Reavey, nýggjan eigara. Hon varð keypt fyri knappar 87.000 krónur.

Eitt flygil hjá poppstjørnuni varð eisini millum seldu lutirnar. Tað fór fyri 1,4 milliónir krónur. Samstundis vórðu einar av serligu sólbrillunum hjá Elton John seldar fyri 142.000 krónur.

Flestu lutirnir eru frá heiminum hjá Elton John í stórbýnum Atlanta í Georgia. Hetta húsið var hansara støð, tá hann var á konsertferðum í USA. Húsið er nýliga selt, skrivar Ritzau.

Hetta er hent eftir at Elton John hevur hildið sína farvæl-konsertferð. Konsertin í juli í Stockholm varð lýst sum hansara seinasta.

Onki verður sagt um, hvørt pengarnir frá uppboðssøluni fara til vælgerandi endamál. Elton John hevur gjøgnum tíðina latið rættiligar stórar hæddir til vælgerandi endamál, serliga umvegis sín egna grunn, "Elton John aids Foundation", skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder