Tað er óvanliga lýtt í veðrinum í morgun. Veðurstøðirnar hjá Veðurstovu Føroya máta upp til 17,1 stig á Viðareiði.
Í Havn verða mátaði 15,8 stig, og á Eiði 14,3 stig, og í Mykinesi og Sumba liggja stigini um 12 stig.
Og ein góð orsøk er til tað. Eitt hátrýst liggur yvir Noreg, og eitt lágtýst yvir Íslandi, og vit mitt í millum.
- Lýggja luftin í Føroyum kemur úr økinum við Gran Canaria, har hitin liggur um 25 stig, greiddi Turið Laksá, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya, frá í morgunsendingini.
- Og hon nær ikki at kølna so mikið áðrenn hon kemur til okkara, segði veðurfrøðingurin.
Hóast lýggja veðrið er nógvur vindur. Í dag eru 8-13 metrar um sekundið, og onkustaðni upp í 15 metrar um sekundið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald