Uttanlands

Lýkka í Grønlandi

Heitari og nógv turrari veður í ár enn tað plagar

(Mynd: knr.gl)

(Mynd: knr.gl)

2019-11-11 16:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn hava tey ikki sæð kava í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk. Hóast tað bert er hálvur annar mánaður til jól, so eru langt millum kavaflykrurnar, ið dala av himni. Og tær flykrurnar, sum síggjast, tiðna beinanvegin.

Árið 2019 hevur verið óvanliga lýtt í Grønlandi. Serliga frá apríl mánaði og frameftir, og hetta sær út til at halda fram, staðfestir John Cappelen, veðurfrøðingur hjá DMI við knr.gl.

Alt árið til og við oktober mánað hevur miðalhitin ligið næstan tvey stig oman fyri tað vanliga. Serliga var februar tó heitur – heilt upp í fýra stig oman fyri vanligan hita.

Árið hevur ikki bara verið lýtt, men eisini óvanliga turt, skrivar knr.gl. Serliga maj mánaður var turrur – tá var avfallið bert 1,9 millimetrar móti vanligum miðal á 56,5 millimetrar, og hetta var eisini orsøk til, at fleiri økir í Grønlandi vórðu rakt av náttúrueldum.

Nuuk verður ofta raktur av regni og stormum um heystið, men tað hevur ikki verið galdandi í ár. Hagtølini hjá DMI vísa, at avfallið í høvuðsstaðnum hevur bert verið helmingurin av tí vanliga. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder