Andrew Cuomo, guvernørur í New York, hevur lýst neyðrættarstøðu í amerikanska statinum orsakað av coronavirusinum.
Hesum boðaði hann frá á Twitter í gjár sambært Ritzau, eftir at talið á smittaðum í statinum nú er komið upp á 76.
Í Sjálvt New York City eru 11 tilburðir skrásettir, meðan 56 eru skrásettir í Westchester County norðanfyri stórbýin.
Nevnt verður ikki, hvussu nógv fólk tilsamans eru í sóttarhaldi í statinum, men fríggjadagin søgdu myndugleikarnir, at uml. 4.000 fólk vórðu biðin um at halda seg heima við hús. Av teimum eru uml. 2.700 í New York City, og flestu teirra eru nýliga afturkomin úr teimum londunum, har útbrotið av coronavirusinum hevur verið ringast. Talan er um Kina, Italia, Iran, Japan og Suðurkorea.
Fyri viku síðani varð neyðrættarstøða lýst í statinum Washington, eftir at ein persónur hevði latið lív orsakað av virusinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald