Í dag verða Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnaheiðursløn Tórshavnar býráðs handaðar á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Tilsamans fýra virðislønir verða latnar í ár. Tríggjar virðislønir verða latnar í navni M. A. Jacobsens, ein fyri yrkisbókmentir, ein fyri fagrar bókmentir og ein fyri mentanaravrik. Ein Barnamentanarheiðursløn verður latin.
Síðani lagt varð til brots, kundu ein ella tvær M. A. Jacobsenvirðislønir verða latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977. Reglugerðin heimildar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn.
Á samkomuni, sum í ár verður hildin í nýumvældu ovastu hæddini í Müllers Pakkhúsi í dag, fara tvey kór at syngja, Fljóðljóð og Tórshavnar Kamarkór.
Sí myndirnar frá handanini í fjør
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald