Uttanlands

Macron: Eg skilji væl at Muhammed tekningarnar kunnu skapa øsing

Hetta kann tó ongantíð rættvísgera harðskap, sigur franski forsetin, eftir at fleiri álop hava verið í Fraklandi seinastu vikurnar

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

2020-11-01 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Franski forsetin, Emmanuel Macron, skilir væl, at tekningar av profetinum Muhammed kunnu skapa øsing. Tað er tó eingin umbering fyri at brúka harðskap, sigur hann í samrøðu við arabiska sjónvarpsrásina Al Jazeera.

Franski forstin undirstrikar, at Frakland altíð vil verja talufrælsið hjá fólki, harímillum rættin til at tekna slíkar tekningar. Hetta merkir tó ikki, sigur hann, at hann ella embætisfólk hansara taka undir við tekningunum, sum av muslimum verða sæddar sum blasfemiskar. Ei heldur merkir tað, at Frakland er eitt antimuslimskt land.

– Eg skilji og virði, at fólk kunnu gerast skelkað av hesum tekningunum, men eg fari ongantíð at góðtaka, at mann kann rættvísgera kropsligan harðskap orsakað av hesum tekningunum, og eg vil altíð verja rættin í mínum landi til at skriva, hugsa og tekna, sigur Emmanuel Macron sambært Ritzau.

Seinastu tíðina hava fleiri álop verið í Fraklandi.

Fyri tveimum vikum síðani varð ein franskur skúlalærari hálshøgdur, eftir at hann hevði brúkt Muhammed tekningar sum dømi, tá hann undirvísti um talufrælsi. Franska stjórnin ávaraði síðani um, at Frakland kundi verða rakt av fleiri yvirgangsálopum.

Hósmorgunin vórðu trý fólk eisini dripin við knívi í Notre-Dame kirkjuni í býnum Nice. Málið verður í løtuni kannað sum yvirgangur.

Leygardag seinnapart varð ein ortodoksur prestur eisini skotin í Lyon. Hann varð skotin tvær ferðir, áðrenn brotsmaðurin rýmdi av staðnum. Støðan hjá prestinum er hættislig.

Ógreitt er, hvat orsøkin var til álopið, men ein persónur er afturhildin í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder