2022-04-24 19:51
Fraklendingar hava verið á vali í dag, har teir skuldu velja sín forseta fyri næstu fimm árini.
Hóast allar atkvøðurnar ikki eru taldar upp enn, er Emmanuel Macron kosin sum vinnari av valinum. Tað skriva altjóða miðlar í kvøld.
Tað er fyrstu ferð í fleiri enn tjúgu ár, at ein sitandi franskur forseti verður afturvaldur.
Macron fær sambært fronskum miðlum 58,2 prosent av atkvøðunum. 41,8 prosent hava sambært úrslitinum higartil atkvøtt upp á Marine Le Pen.
48 milliónir hava valrætt í Fraklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald