Uttanlands

Macron forseti vorðin frískur aftur

Men Frakland er framvegis hart rakt av koronasmittuni

Macron hevur hesar seinastu dagarnar røkt forsetauppgávur sínar frá sjúkrasongini (Mynd: EPA)

Macron hevur hesar seinastu dagarnar røkt forsetauppgávur sínar frá sjúkrasongini (Mynd: EPA)

2020-12-24 13:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Franski forsetin, Emmanuel Macron, fer nú úr sóttarhaldi eftir at hava verið raktur av koronasmittu.

Forsetin hevur ikki longur tekin um smittu, verður upplýst av fronsku Elysee-forsetaborgini í dag, jólaaftan.

Macron hevur verið í sjálvbodnum sóttarhaldið síðan tað fyri góðari viku síðani varð staðfest, at hann var smittaður.

Forsetaborgin hevur fyrr boðað frá, at Macron hevur kunnað tikið vanligar forsetauppgávur á seg, og tað fer hann eisini at gera hesar komandi dagarnar.

Myndir av 43 ára gamla forsetanum hava víst, at hann hevur verið lúgvaður, men hevur tó havt tað nógv betri hesar seinastu dagarnar.

Franskir myndugleikar óttast fyri, hvussu koronasmittan fer at uppføra seg um jólini. Í heyst hevur smittan tikið dik á seg aftur og talið av deyðum við covid-19 er komið upp á næstan 62.000, skrivar Ritzau.

Í gjárkvøldið ljóðaði, at talið av smittaðum var vaksið við 15.000 tað seinasta samdøgrið.

Í Fraklandi verður roknað við, eins og í øðrum ES-londum, at tey fyrstu kunnu koppsetast móti covid-19 sunnudagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder