Uttanlands

Macron: Gevist við at drepa kvinnur og pinkubørn

Franski forsetin kemur við áheitan til Ísrael í samrøðu við BBC

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

2023-11-11 14:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael skal gevast við at drepa kvinnur og pinkubørn í Gaza.

Tað sigur franski forsetin, Emmanuel Macron, sum í samrøðu við bretska BBC heitir á Ísrael um at steðga álopini á Gaza.

Tað var 7. oktober, at Hamas framdi eitt álop á Ísrael, sum kravdi um 1.200 mannalív. Eisini vórðu 240 gíslar tiknir. Ísrael hevur síðani framt mótálop á Gaza, sum sambært myndugleikunum í Gaza hava kravt í minsta lagi 11.000 mannalív.

Í roynd og veru verða sivilfólk - harav kvinnur og pinkubørn - álopin og dripin, og hevur Ísrael ongan rætt ella orsøk til hetta, sigur Macron, sum tó ásannar, at Ísrael hevur rætt til at verja seg, og fordømir hann eisini tað, sum hann nevnir yvirgangsátsóknir hjá Hamas.

Úr Ísrael verður sagt, at tey leypa á hernaðarmál í samsvari við fólkarættinum, og at mann roynir at avmarka sivil tap við at ávara um álop frammanundan.

Ísraelski forsætisráðharrin sigur eisini, sambært Ritzau, at Macron eigur at fordøma Hamas og ikki Ísrael.

– Brotsverkini, sum Hamas í dag fremur í Gaza, verða í morgin framd í París, New York og aðrastaðni í heiminum, sigur skrivstovan hjá Netanyahu í viðmerking.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder