Uttanlands

Macron kláraði seg betur í sjónvarpskjakinum

Einasti sjónvarpaði veljarafundur millum Macron og Le Pen undan valinum sunnudagin var í gjárkvøldið

2022-04-21 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

59 prosent av hyggjarunum hildu, at Emmanuel Macron, forseti, var meira sannførandi enn avbjóðarin, Marine Le Pen, tá tey bæði hittust í sjónvarpaðum orðastríði í gjárkvøldið.

Tað vísir ein kanning, sum varð gjørd eftir sjónvarpaða kjakið.

Kjakið í gjárkvøldið er einasti veljarafundur í sjónvarpinum undan avgerandi forsetavalumfarinum í Fraklandi, sum erður sunnudagin.

Nú eru bert tey bæði, Emmanuel Macron og Marine Le Pen eftir í dystinum um at gerast forseti Fraklands, eins og fyri fimm árum síðani.

[object Object](Mynd: EPA)

Fyri fimm árum kláraði Le Pen seg ikki so væl í sjónvarpinum, tá hon viltist eitt sindur í sínum egnu notatum og virkaði ov aggressiv fyri veljararnar.

Í 2017 var úrslitið av eini líknandi kanning, at 63 prosent av teimum spurdu hildu, at Macron var meira sannførandi enn Le Pen.

Á veljarafundinum í gjárkvøldið, kjakaðust tey bæði forsetavalevnini eitt nú um viðurskiftini við Russland og spurningin um átrúnaðarliga høvuðklæðið hijab.

Marine Le Pen, ið er partur av uttasta høgraveingi váttaði, at hon stendur við sítt uppskot um at banna brúk av hijab í almenna rúminum.

Le Pen heldur, at muslimska turriklæðið er “ein búni, sum islamistar noyða kvinnum at ganga við”.

- Tú verður orsøk til borgarakríggj um tú gjøgnum førir hetta (setir bann í gildi, -red.) Tað meini eg veruliga, segði Macron sambært Reuters.

Undir kjakinum skuldsetti Macron eisini Le Pen fyri at hava tætt samband við Russland og landsins forseta, Vladimir Putin.

Reuters skrivar, at Macron vísti á, at Le Pen einki hevur sagt, eftir at Russland í 2014 legði Krim hálvoynna undir seg, og at hon ikki hevur talað at ógvusliga atburðinum, sum russiski herurin hevur víst í Sýria.

Macron vísti eisini á, at Le Pen í 2017 fekk eina stóra milliónaupphædd frá einum russiskum banka, ið hevur tætt samband við politisku leiðsluna í Kreml.

Macron stendur í veljarakanningunum til at vinna valið sunnudagin. Hann fær undirtøku frá 55,5 prosentum av veljarunum.

Í 2017 vann Macron á Le Pen við 66,1 prosentum av atkvøðunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder