Uttanlands

Macron: Nýggja valskeiðið verður øðrvísi

Tað er tørvur á at skapa nýggjar mannagongdir, segði franski forsetin m.a. í røðu í gjár, eftir at hann varð tikin í eið sum forseti fyri aðru ferð

Í gjár varð Emmanuel Macron tikin í eið sum forseti fyri aðru ferð (Mynd: EPA)

Í gjár varð Emmanuel Macron tikin í eið sum forseti fyri aðru ferð (Mynd: EPA)

2022-05-08 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 24. apríl varð Emmanuel Macron afturvaldur sum forseti í Fraklandi, og tá hann 13. mai formliga fer í holt við sítt næsta valskeið, verður tað við einari aðrari tilgongd til forsetaembætið.

Tað segði hann í røðu leygardagin, tá hann varð tikin í eið sum forseti fyri aðru ferð.

– Tað er tørvur á at skapa nýggjar mannagongdir – langt burtur frá gomlu siðvenjunum, segði hann m.a.

Hann segði eisini, at næsta valskeið hansara verður eitt nýtt valskeið og ikki bert eitt framhald av tí undanfarna.

Macron vísti m.a. á kríggið í Ukraina og veðurlagsbroytingar sum nakrar av størstu avbjóðingunum komandi tíðina.

Í seinna umfarinum av forsetavalinum 24. apríl eydnaðist tað Macron at verða afturvaldur við 58,5 prosent at atkvøðunum.

Tað er sera sjáldsamt, at ein franskur forseti megnar at verða afturvaldur. Emmanuel Macron er fyrsti franski forsetin síðan 1958, sum, uttan at vera partur av einari samgongu, megnar at verða afturvaldur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder