Uttanlands

Macron: Russland skal ikki eyðmýkjast

Franski forsetin heldur ikki, at diplomatiska sambandið millum Russland og vesturheimin eigur at versna, tá kríggið í Ukraina einaferð endar, men ukrainski uttanríkismálaráðharrin heldur, at Russland eigur at verða sett uppá pláss

Franski forsetin, Emmanuel Macron sigur seg hava mist talið á øllum teimum samrøðunum, hann hevur havt við Vladimir Putin seinasta hálva árið (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron sigur seg hava mist talið á øllum teimum samrøðunum, hann hevur havt við Vladimir Putin seinasta hálva árið (Mynd: EPA)

2022-06-05 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland skal ikki eyðmýkjast, tá kríggið í Ukraina einaferð endar, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron.

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur, sambært Macron, gjørt eitt søguligt og grundleggjandi mistak, men diplomatiska sambandið millum vesturheimin og Russland eigur ikki at versna eftir kríggið av tí orsøk, sigur hann.

Frakland hevur verið eitt slag av millummanni í stríðnum milum Russland og Ukraina, og hevur Emmanuel Macron brúkt tíð og orku uppá at samráðast við russiska forsetan, sigur hann.

– Eg havi mist talið á samrøðunum eg havi havt við Vladimir Putin síðan desember, sigur hann sambært The Guardian og leggur afturat, at hann hevur samskift við Putin eftir áheitan frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

Men útsøgnin hjá Macron fall ikki í góða jørð hjá teimum í Kyiv.

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba sigur í dagføring á Twitter, sum er endurgivin á m.ø. BBC, at áheitanin um ikki at eyðmýkja Russland er ein eyðmýking av Fraklandi og øðrum londum, sum halda tað sama.

Russland hevur eyðmýkt seg sjálvt, og eigur mann at savna seg um, hvussu Russland kann setast uppá pláss, sigur hann.

– Tað fer at skapa frið og bjarga lívum, sigur hann at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder