Í dag tosa franski forsetin, Emmanuel Macron, og týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz aftur við russiska forsetan, Vladimir Putin um kríggið í Ukraina.
Teir tríggir tosaðu eisini í telefon saman hósdagin, har Macron og Scholz kravdu eina vápnahvíld. Partarnir avtalaðu eisini at varðveita eitt tætt samband komandi dagarnar.
Síðan Macron og Putin fundaðust 7. februar, hevur Macron tosað í telefon við russiska forsetan níggju ferðir, skrivar Ritzau.
Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, hevur Putin verið í tøttum sambandi við fleiri heimsleiðarar. Í gjár tosaði Putin m.a. við forsetan í Finnlandi, Sauli Niinistö. Tá gjørdi finski forsetin greitt, at tørvur varð á vápnahvíld umgangandi, og at tað var umráðandi at tryggja sivilfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald