Uttanlands

Macron: Franska tjóðin má standa saman

Franski forsetin vónar at franska fólkið stendur saman um at endurreisa tjóðarsymbolið

Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi

Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi

2019-04-17 16:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Franski forsetin Emmanuel Macron lovaði í dag, at Frakland fór at endurbyggja Notre Dame. Hann segði, at hann vónar at dómkirkjan stendur klár aftur um fimm ár og at franska fólkið fór at standa saman um at endurreisa tjóðarsymbolið.

- Vit fara at endurbyggja Notre Dame vakrari og eg vóni at hon er liðug um fimm ár, segði franski forsetin.

Forsetin segði at tað er upp til fronsku tjóðina at broyta hesa ólukkuna til ein møguleika at koma saman, at hugsa um hvat franska tjóðin hevur verið og hvat franska fólkið má verða og at verða betri enn tey eru nú.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder