Uttanlands

Madame Tussauds flutt Meghan og Harry burtur frá kongafamiljuni

Voksdukkurnar, sum ímynda Harry og Meghan fara ikki longur at standa saman við drotningini og restina av familjuni. Orsøkin er avgerð teirra um at spæla ein minni leiklut í kongshúsinum framyvir.

Harry og Meghan á Madame Tussauds í London (Mynd: Shutterstuck)

Harry og Meghan á Madame Tussauds í London (Mynd: Shutterstuck)

2020-01-10 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á Madame Tussauds í London, eru voksdukkurnar, sum ímynda Harry prins og konu hansara, Meghan, fluttar, so tær ikki longur standa saman við hinum limunum í bretska kongshúsinum.

Orsøkin er avgerðin hjá Harry og Meghan um, at tey ikki longur ynskja at vera framtraðkandi limir í kongshúsinum.

Les eisini: Meghan og Harry bakka

Madame Tussauds upplýsir, sambært Ritzau, at dukkurnar framyvir fara at standa fyri seg og ikki saman við dukkunum, sum ímynda Elizabeth drotning, Philip prins, Charles prins, William prins og konu hansara, Kate.

- Eins og restin av heiminum reagera vit uppá tíðindini um, at hertogin og hertogafrúan av Sussex taka seg aftur sum framtraðkandi limir í kongshúsinum. Sum tvær av best umtóktu dukkunum, fara tær sjálvandi framhaldandi at vera ein týdningarmikil partur av framsýning okkara, meðan við bíða eftir, hvat næsti kapittulin hjá teimum verður, sigur dagligi leiðarin á Madame Tussauds í London.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder