Mads Moldt vann X Factor 2022

Kári Fossdalsá gav fólki klumpar í hálsin í royndini at vinna X Factor. Sang rørandi og persónligan sang til Áshild - men tað var ikki nóg mikið

(Skíggjamynd TV2)

(Skíggjamynd TV2)

2022-04-08 21:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kári Fossdalsá sang ein rørandi persónligan sang beinleiðis til kvinnurnar í lívi sínum, unnustuna Áshild Jónsveinsdóttir og dóttrina Karin Sofíu.

Hann gjørdi ikki mætari enn at seta seg hjá teimum á áskoðaraplássunum í byrjanini av sanginum. Áshild, við stórum búki, tí hon skal eiga síðst í apríl, hevði sum vera mann ilt við at halda tárini aftur.

- Eg havi glett meg til at sleppa at syngja henda sangin, segði Kári eftir framførsluna av ‘Believer’.

- Eg havi skriva sangin til unnustuna um at trúgva upp á kærleikan, legði hann afturat.

[object Object]

Tað er øgiligt, at tú torir at syngja slíkt sum hetta. Altso beint eftir, at tú hevur sungið “Happy”, so kemur tú og syngur stillisliga, “góða eg elski teg”. Tað hevði eg ikki torað, segði Martin Jensen.

Hin finaluluttakarin, Mads Moldt, sang eisini eina egna kompositión, “Clingy”, sum var í einum heilt øðrum og meira modernaðum stíli.

Og tað vísti seg til at vera nokk til at vinna X Factor 2022. Tann yngri og modernaði vann yvir tí eldra og nakað meira siðbundna.

Vit hava samrøður og fleiri myndir seinni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder