Redaktiónin á Kvinnu brýtur upp úr nýggjum og lanserar í dag eitt spildurnýtt konsept – Maður.
Nýggja blaðið er 120 síður og verður selt í flestum øllum sølubúðum kring landið. Redaktiónin sigur soleiðis um blaðið:
– Hjá okkum er tað ein drívmegi at bróta upp úr nýggjum og allatíð framleiða nýtt og avbjóðandi tilfar til føroyska miðlaheimin. Í 16 ár hava vit framleitt bløð til kvinnuna, og hóast tey serkønu nokk høvdu mælt okkum frá at taka stórar óvissar avgerðir, sum at lansera eitt spildurnýtt blað í eini heimsumfatandi kreppu, ið hevur kostað miðlum um allan heimin dýrt, so halda vit, tað er týdningarmikið at tora og royna nýggjar leiðir.
– Blaðið er á tremur við dugnaligum føroyskum monnum - bæði teimum, vit skriva um, og teir sum skriva.
– Vit hava kallað vælskrivandi menn til arbeiðis, og saman við redaktiónini á Kvinna hava teir skrivað 120 síður um vísind, mat, familjulív, mentan, fótbólt, bilar, politikk, bygging og nógv, nógv annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald