Í vikuni hevur amerikanska løgmálaráðið ákært ein mann úr Texas fyri at hótta við at drepa Alexandria Ocasio–Cortez, ein ungur demokratur, sum situr í Umboðsmannatinginum.
Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava tikið lut í álopið á Kongressina 6. januar, skrivar Ritzau.
Maðurin, sum ákæruvaldið vildi hava í varðhaldi, inntil hann skal í rættin, deildi fleiri dagføringar á sosialu miðlunum áðrenn álopið, har hann boðaði frá, at hann ætlaði at fara til Washington D.C., og hótti hann eisini við at drepa Ocasio–Cortez og ein løgreglumann í Kongressini.
Eisini legði hann eina dagføring út á Twitter undir álopinum, har hann segði, at "næstu ferð taka vit vápn við".
31 ára gamla Alexandria Ocasio-Cortez, sum umboðar eina sýslu í New York, segði eftir álopið, at hon óttaðist fyri lívi sínum.
Í liveupptøku á Instagram 12. januar greiddi hon frá, at hon óttaðist, at starvsfelagar hennara í Kongressini fóru at avdúka fyri álopsfólkunum, hvar hon var, og harvið seta hana í vanda. Eisini greiddi hon frá, um eina "hending" undir álopinum, sum fekk hana at halda, at hennara síðsta løta var komin. Seinni legði hon afturat, at hon av trygdarávum ikki fekk greitt nærri frá hesum.
Maðurin úr Texas skal eftir ætlan fyri rættin mánadagin. Sambært talsfólki hjá Ocasio-Cortez, hevur hon onga viðmerking til málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald