Týsdagin varð ein maður ákærdur í Føroya rætti fyri at hava gjørt seg inn á fýra smágentur.
Sambært in.fo skal ágangurin hava gingið fyri seg í árunum 1992 - 1996. Allar genturnar, sum tá vóru millum trý og níggju ára gamlar, eru sostatt vaksnar í dag.
Tríggjar av gentunum eru bróðurdøtur konuni hjá ákærda manninum, meðan fjórða gentan er guðdóttir mannin.
Ákærdi maðurin játtaði, at hann hevði havt hondina í undirbuksunum hjá einari av gentunum, men tað var ikki í kynsligum sambandi, segði hann. Hinar tríggjar ákærurnar segði hann seg ikki kennast við.
Maðurin varð ákærdur fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við børn undir 12 ár.
Ákærin kravdi treytaleysa fongsulsrevsing í tvey ár, meðan verjin kravdi frídøming. Verjin segði, at hóast einki var farið fram, hevði talan møguliga verið um blygdanarskemd, og í tí føri vóru trý av málunum fyrnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald