Innanlands

Maður ákærdur fyri neyðtøku og blygdanarskemd

Í dag viðger rætturin eitt mál um ein ungan mann, sum m.a. er ákærdur fyri neyðtøku av einari gentu, sum er yngri enn 15 ár – Maðurin noktar seg sekan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-31 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein ungur maður er í dag í Føroya rætti fyri at hava framt fleiri lógarbrot í februar, mars og apríl.

Hann er m.a. ákærdur fyri blygdanarskemd móti einari kvinnu, at hava neyðtikið eina gentu, sum er yngri enn 15 ár, og fyri at hava annað kynsligt samband enn samlegu við hana og eina aðru kvinnu, skrivar Kringvarpið.

Maðurin noktar seg sekan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder