2024-11-29 14:57

Um middagsleitið í dag var eitt ferðsluóhapp í Tórsgøtu í Havn.
Ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum og rendi á ein mann og fýra bilar, sum stóðu parkeraðir, sigur løgreglan.
Onkur av bilunum fekk stóran skaða, men løgreglan kennir ikki støðuna hjá manninum, sum var árendur. Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald