2019-10-05 11:30
Í nátt datt ein maður av altanini hjá einum skeinkistaði í høvuðsstaðnum.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at talan var um eitt óhapp á Jomfrúbakkanum í Vágsbotni, har maðurin hevði lenað seg ov langt útav og endaði við at detta eina hædd niður.
Maðurin er síðani vorðin innlagdur á Landssjúkrahúsinum, men um hann fekk nakran álvarsligan skaða veit løgreglan ikki at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald