
Tað var beint áðrenn middag í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um at ein maður var omandottin í fjøllunum á Borðoynni.
Tyrlan var send á staðið. Hann fekk stóran skaða, men er ikki í lívsvanda, veit útvarpið í morgun.
Maðurin, sum fyrst í 60’unum var einsamallur á ferð, og boðaði sjálvur løgregluni frá.
Hendingin fór fram við Snæfelli, sum er oman móti SEV-verkinum á Strond.
Sjúkraflutningstænastan, MRCC, Atlantic Helicopters, Sløkkiliðið í Klaksvík, Norðoya Bjargingafelag og løgreglan vóru við í bjargingini sum sambært Vørn byrjaði klokkan 11:39 og helt fram í hálvan fjórða tíma.
Klokkan 15:29 var tyrlan aftur boðsend eftir einum persóni sum var dottin beint omanfyri bygdina í Mykinesi. Hvør støðan hjá viðkomandi er, fær løgreglan ikki upplýst í morgun.
(Rætting 14. oktober, kl. 16:06: Áður stóð, at maðurin varð dottin við Katlarnar. Vørn hevur síðani rættað upplýsingarnar. Maðurin datt við Snæfelli)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald