
Ein maður fyrst í 30unum varð í gjár dømdur í Føroya Rætti fyri blúnisbrot og tvingsil.
Maðurin varð ákærdur í fýra førum fyri ávikavíst blúnisbrot og tvingsilsroynd, blúnisbrot og tvingsil, at royna at gera sær dælt av sálarligu støðuni hjá einum persóni og royna at fáa annað kynsligt samband enn samlegu, og fyri enn einaferð at royna at fremja blúnisbrot.
Maðurin varð tó fríkendur í tveimum førum, av tí at rætturin ikki metti, at nóg mikið av prógv var fyri at finna hann sekan.
Hann var tó funnin sekur í at hava roynt at tvingað eina átta ára gamla gentu inn í eitt busskýli fyri síðani at hava víst seg fyri gentuni. Hetta var á vári í 2019.
Eisini er hann funnin sekur í at hava framt blúnisblot og tvingsil á heysti sama árið. Her hevði hann tikið fatur í eina gentu og roynt at leggja seg omaná hana og føla uppá hana.
Maðurin játtaði seg sekan í at hava framt blúnisbrot móti einu gentuni, og fyri at hava tikið fatur í og følt uppá hina gentuna. Hann noktaði seg tó sekan í øllum hinum ákærunum.
Maðurin, sum hevði reina revsiváttan, varð dømdur tríggjar mánaðar í fongsli, men hann kann sleppa við at sita í ein mánað, um hann einki revsivert ger í tvey ár, og um hann ger 60 tímar av samfelagstænastu innan níggju mánaðir. Eisini skal hann verða undir eftirliti av Kriminalforsorgini.
Umframt hetta skal hann eisini geva báðum gentunum ávikavíst 8.000 krónur og 15.000 krónur í endurgjald innan 14 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald