
Sunnunáttina doyði ein maður umborð á Suðringi.
Tað var stutt eftir klokkan hálvgum eitt sunnunáttina, at MRCC fekk eina fráboðan um, at ein maður var fallin í óvit umborð á trolaranum og hevði tørv á læknahjálp.
Suðringur var tá staddur 100 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum.
Boð vórðu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi, men orsakað av veðrinum fingu tey fingu ikki mannin upp, og tí mátti Suðringur sigla inn aftur.
Av politistøðini verður upplýst, at Suðringur kom á Havnina uml. klokkan 17 seinnapartin í gjár.
Talan var um ein útlending.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald