2021-07-26 07:50
Seinnapartin í gjár varð ein maður funnin deyður í Oyndarfirði.
Maðurin varð funnin deyður á sjónum tætt við land, og sum skilst er helst talan um eina vanlukku.
Løgreglan kannar tó enn málið, og tí fær hon ikki sagt nakað meira um málið, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at familjan hjá manninum er kunnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald