
Ein 57 ára gamal amerikanskur maður fekk fyri trimum døgum síðani eitt hjarta frá einum ílegutillagaðum grísi ísett. Hetta hendi á sjúkrahúsinum University of Maryland Medical Center í Baltimore, skrivar Reuters tíðindastovan.
Hetta er fyrstu ferð, at tað er eydnast skurðlæknum at flyta gøgn frá djórum til eitt menniskja.
Hetta varð gjørd í eini seinastu roynd at bjarga lívið í manninum, tá tað ikki eydnaðist at fáa fatur á einum menniskjahjarta.
Enn er ov tíðliga st siga, um skurviðgerðin fer at bjarga lívinum hjá manninum. Men tríggjar dagar eftir, er virkar hjartað framvegis, og maðurin hevur tað gott, verður sagt.
Vísundin hevur í nógv ár arbeitt við málinum at brúka gøgn frá dýrum til at bjarga mannalívum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald