2024-07-11 11:22
Ein eldri maður varð fyrrapartin funnin deyður við Landsbókasavnið í Havn, og løgreglan hevur tí avbyrgt økið.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at eingin beinleiðis ábending er um, at nakað revsivert er farið fram, men tað verður kannað, og økið er avbyrgt, so løgreglan fær frið at arbeiða.
Ein partur av J.C. Svabosgøtu er eisini stongdur í løtuni. Hvussu leingi økið verður avbyrgt ber ikki til at siga.
Dagførd kl. 11.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald