Uttanlands

Maður gassaður úr íbúð síni

Løgreglan í Nuuk avbyrgdi ein part av býnum í gjár fyri at handtaka ein hóttandi mann

(Mynd: KNR)

(Mynd: KNR)

2022-01-11 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein partur av grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, varð í gjár avbyrgdur í sambandi við, at løgreglan víðgyrdi eini hús í sambandi við eina hóttandi støðu.

Talan var um ein 36 ára gamlan mann, sum hótti løgregluna við byrsu.

Hendingin fór fram í býarpartinum Nuussuaq. Løgreglan royndi í fyrsta umfari at sissa mannin. Tá hetta ikki eydnaðist, valdi løgreglan at avbyrgja økið, tí óttast var fyri, at maðurin kundi vera til vanda fyri onnur fólk í økinum.

Um hálvgun níggju tíðina valdi løgreglan at skjóta fýra gasspatrónir – táragass – inn í íbúðina fyri at fáa mannin út, og ein tíma seinni kundi løgreglan boða frá, at maðurin var handtikin og skuldsettur fyri hóttanir móti løgregluna.

Talan var um ein mann, ið framman var kendur av løgregluni, skrivar KNR.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder