Innanlands

Maður gekk einsamallur í brattlendi á Kalsoynni

Stúrin persónur á staðnum boðaði løgregluni frá, og ein leiting var í nakrar tímar. Viðkomandi persónur kom tó sjálvur aftur í øllum góðum, men løgreglan heitir á fólk, ið einsamøll fara slík støð, um at boða frá

Løgreglan fekk seint seinnapartin boð um, at ein persónur gekk einsamallur í sera brøttum lendi á Kalsoynni

Løgreglan fekk seint seinnapartin boð um, at ein persónur gekk einsamallur í sera brøttum lendi á Kalsoynni

2022-08-18 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein leiting við tyrlu, Brimli, MRCC og arbeiðsbáti var í nakrar tímar á vestursíðini á Kalsoynni í gjár. 

Orsøkin var, at ein maður var sæddur einsamallur beint undir Nestindum, har brattlendi er, og ikki gekk eftir ráðunum hjá tí staðkenda persóninum, ið sá hann og royndi at vegleiða hann. Hesin boðaði seinni løgregluni frá, tí hann ikki sá viðkomandi aftur og var stúrin um hann. 

Leitingin var sett í verk um fimm-tíðina, og hon helt fram eini fýra tímar fram, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn í dag.

Harfrá verður eisini upplýst, at maðurin, ið er føroyingur, tíbetur sjálvur kom aftur í øllum góðum - hann var sæddur seinni um kvøldið fara umborð á Sam. Heitt verður í hesum sambandi á fólk, um at hugsa seg væl um við at til dømis fara í brattlendi einsamøll, og um so er at boða frá áðrenn farið verður, og eisini tá komið verður aftur - millum annað so at nógv tilbúgving ikki skal setast í verk, og so at tryggjað verður, at fólk eru trygg.

Herverk og falskur alarmur 

Løgreglan upplýsir eisini, at í nátt varð ein rútur knústur á Fríðrikskirkjuni á Nesi. Tað serliga var, at viðkomandi, ið framdi herverkið, sjálvur boðaði frá. Persónurin varð avhoyrdur í dag.

Falskur alarmur var í gjár - bæði á SEV-verkininum í Vestmanna og hjá Bakkafrost á Norðtoftum á Borðoynni. Í báðum førum var talan um tekniskt brek og ikki eld ella annað. Orsakað av alarminum á Norðtoftum fór tilbúgvingin í gongd, við tað at sløkkiliðsbilar skjótt komu norðeftir úr Klaksvík. Av hesi orsøk varð ferðslan í tunnlinum norður um fjall tarnað eina løtu.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder