Ein maður fyrst í tríatiárunum er skuldsettur í herverksmálinum, har málað varð á standmyndina av Hans Egede í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.
Tað boðaði grønlendska løgreglan frá í gjár. Maðurin er skuldsettur at hava brotið greinina í revsilógini, sum snýr seg um at órógva gravarfriðin. Enn er tó óvist hvussu stóran skaða standmyndin hevur fingið, og tí hevur ákærumyndugleikin enn ikki tikið støðu til, hvussu harða revsing skal krevjast móti skuldsetta, skrivar knr.gl.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at herverk er gjørt móti standmyndini av Hans Egede.
Í 1973 varð hon fyrstu ferð málað við reyðari máling, og síðan eru fleiri líknandi herverk gjørd móti standmyndini, skrivar KNR.
Les eisini: Herverk á standmynd í Nuuk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald