Bretska løgreglan hevur handtikið ein 24 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava samband við yvirgangsálopið í Manchester Arena fyri fýra árum síðani.
Tað var 22. mai í 2017, at ein spreinging kravdi 22 mannalív og særdi 59 onnur undir einari konsert hjá amerikonsku poppsongkvinnuni, Ariana Grande. Talan var um eitt yvirgangsálop.
24 ára gamli maðurin varð herfyri handtikin á floghavnini í Manchester, stutt eftir at hann kom aftur til Stórabretlands, skrivar Ritzau.
Hann er undir illgruna fyri at hava hjálpt við at leggja yvirgangsálopið til rættis.
Gerningsmaðurin, ið stóð aftanfyri álopið, Salman Abedi, lat sjálvur lív undir álopinum, tá bumban brast. Hann var 22 ára gamal. Í august í fjør fekk beiggi hansara, Hashem Abedi, 55 ára fongsulsrevsing fyri at hava spælt ein leiklut í álopinum.
Sum áður nevnt, lótu 22 fólk lív í álopinum í Manchester Arena. Yngsta offrið var átta ár. Millum offrini vóru eisini foreldur, sum komu eftir børnum sínum eftir konsertina.
Ariana Grande, sum í dag er 28 ára gomul, hevur áður sagt, at hon hevur stríðst við angist og PTSD eftir álopið, og noyddist hon orsakað av hesum at taka ein steðg frá konsertferð sínari ta árið.
4. juni sama árið var Ariana Grande tó aftur at síggja á pallinum í Manchester. Hetta var í sambandi við "One Love Manchester", eitt konserttiltak, sum hon skipaði fyri við tí endamáli at savna inn pengar til offrini frá álopinum. Ariana Grande var eisini í Manchester í 2019 í sambandi við einum Pride-tiltaki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald