2023-12-02 12:17
Um middagsleitið í gjár varð ein maður handtikin í Rúsuni í Havn.
Viðkomandi varð blivin harðligur, tá starvsfólk noktaðu honum at keypa, og tí varð ringt til løgregluna.
Hví viðkomandi ikki slapp at keypa vil løgreglan ikki siga, men maðurin bleiv so handtikin og skuldsettur fyri harðskap men talan var ikki um nakað álvarsamt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Løgreglan tók mannin við sær á støðina og avhoyrdi hann. Maðurin játtaði seg sekan og varð síðani leyslatin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald