Í farna mánað kundi 100 ára gamli Walter Orthmann í Brasil ikki bert hátíðarhalda rundan føðingardag men eisini, at hann hevði sett nýtt heimsmet.
Hann er nevniliga tann, ið sambært Guinness World Records hevur starvast í longst tíð hjá somu fyritøku.
Walter Orthmann varð 15 ár, tá hann byrjaði at arbeiða hjá fyritøkuni Industrias Renaux S.A. í Santa Catarina í Brasil, og nú, meira enn 84 ár seinni, er hann framvegis í starvi hjá fyritøkuni, sum í dag eitur RenauxView.
Hann byrjaði hjá fyritøkuni 17. januar í 1938.
Sambært Guinness World Records noyddist hann, sum tann elsti av fimm synum at finna sær arbeiði fyri at hjálpa familjuni fíggjarliga. Hann hevur havt fleiri ymisk størv hjá fyritøkuni, og tað er ikki greitt, nær hann ætlar sær at gevast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald