2019-10-05 10:18
Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá einum manni í Klaksvík, sum helt seg verða raktan av høglum frá einari byrsu.
Talan var um tveir mans í einum báti, sum helst skutu fugl ov nær landi, og tí varð maðurin, sum arbeiddi á kaiini, raktur, sigur løgreglan við Kringvarpið.
Maðurin fekk tó ikki mein av skotinum, men tilburðurin verður kannaður nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald