Í gjár kom ein maður inn á løgreglustøðina í høvuðsstaðnum. Hann kendi seg heldur kroystan, tí ein kvinna - ella onkur ið gjørdi seg út at vera ein kvinna - hevði hótt við at senda nakrar myndir víðari.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn høvdu persónarnir samskift á sosialu miðlunum. Av tí at maðurin var bangin fyri, at ávísar myndir fóru í umferð og koma til familju og vinir, valdi hann at rinda.
Talan var um eina rímiliga stóra peningaupphædd. Hin persónurin helt fast í hóttanunum - tí kom maðurin á løgreglustøðini.
Tað at senda pening í slíkum støðum er ikki nakað, ið løgreglan viðmælir. Vaktleiðarin sigur, at tað er skiljandi, at órættaði í hesum førinum kennir seg kroystan, men at tað oftast er talan um tómar hóttanir.
Fleiri dømi hava verið um hetta í seinastuni, og Føroya Politi hevur ávur verið úti og viðmælt ikki at geva eftir. Í flestu førum hendir einki. Ofta er talan um útlendskar persónar, sum fáa samaband við føroyingar og hótta við at senda myndir og upplýsingar víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald