Mentan

Maður leyp á Picasso málning á Tate Museum

20 ára gamal maður fongslaður fyri at hava roynt at oyðileggja virðismikið listaverk hjá spanska listamanninum Pablo Picasso

2020-01-01 10:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan í London hevur handtikið og skuldsett ein ungan mann fyri at hava roynt at oyðileggja ein málning av heimskenda spanska listamanninum Pablo Picasso á Tate Modern listasavninum.

Sambært Reuters fór hendingin fram leygardagin, tá maðurin leyp á listaverkið, sum ímyndar unnustuna hjá Picasso, fotografin og listamálaran Dora Maar.

Sum skilst er málningurin skræddur sundur, og er tí tikin úr framsýningini meðan skaðin verður mettur av serfrøðingunum hjá listasavninum.

Tate Gallery hevur fimm gallarí og søvn í Bretlandi. Stovnurin váttar, at tilburðurin er hendur, men hevur enn ikki sagt nakað um, hvør støðan hjá virðismikla málninginum er.

- Listaverkið er hjá okkara konservatorum, so vit kunnu fáa eina serfrøðingameting. Tate Modern hevur opið sum vanligt, verður sagt í eini fráboðan frá savninum til BBC.

20 ára gamli maðurin varð mánadagin settur fyri dómara í London, sum sýtti fyri at lata mannin leysan móti veðhaldi.

Hann býr í norðrara parti av London, og er nú varðhaldsfongslaður til 30. januar, tá hann aftur skal avhoyrast og væntandi stillast fyri rættin.

Oyðilagda listaverkið er ein oljumálningur, sum Pablo Picasso málaði 5. mai 1944, ein av seinastu døgunum tá nasistarnir framvegis vóru í Paris.

Verkið er mett til 20 milliónir pund, umleið 175 milliónir krónur.

Sambært lýsingini av málninginum hjá Tate Modern, verður hann lýstur sum meira litfagur enn tey meira einslittu verkini, sum Picasso málaði um hetta mundið. Tekinini um, at týsku nasistarnir fóru at rýma úr Paris, er helst orøkin til, at Picasso valdi at brúka meira fagrar og jaligar litir.

Verkið er málað í arbeiðsstovuni hjá Picasso í Rue des Grands-Augustins, har hann í 1937 eisini málaði eitt av sínum meira kendum verkum, ’Guernica’, skrivar BBC.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder