Paul Pelosi, ið er giftur við demokratisku forkvinnuni í amerikanska Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, varð í gjár álopin undir einum innbroti í heiminum hjá parinum í San Francisco í statinum Kalifornia.
Nancy Pelosi var ikki heima, tá tað hendi. Hon var í Washington D.C. og hevði lívverjur sínar við sær.
Keldur siga við amerikanskar miðlar, at álopsmaðurin fór inn í húsini og spurdi eftir Nancy Pelosi, og leyp hann á mann hennara við einum hamara. Tá løgreglan kom á staðið, segði álopsmaðurin, at hann bíðaði eftir Nancy Pelosi.
Sambært Ritzau var 82 ára gamli Paul Pelosi koyrdur á sjúkrahús eftir hendingina, og væntast hann at koma fyri seg aftur.
Ein persónur, ein 42 ára gamal maður, er handtikin í málinum, og er løgreglan nú í ferð við at kanna, um har liggur eitt politiskt motiv aftanfyri. Viðkomandi liggur í løtuni á sjúkrahúsi.
Løgreglan í San Francisco segði á tíðindafundi í gjár, at talan ikki var um eina tilvildarliga brotsgerð.
– Hetta var tilvitað, og er tað skeivt at fara eftir familjunum hjá fólkavaldum umboðum, segði William Scott, løgregluovasti í San Francisco á tíðindafundi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald