Í vikuni varð eitt fjalt myndatól funnið undir upptøkunum til nýggja James Bond-filmin.
Myndatólið varð funnið á konufólkavesinum.
Tað var ein 49 ára gamal maður, sum hevði sett myndatólið upp fyri at lúra eftir kvinnunum, meðan tey fóru á ves. Hetta varð hann eisini dømdur fyri í morgun, skrivar B.T.
Enn er ógreitt, hvussu maðurin hevði sett tað upp og fjalt tað á vesinum í Pinewood Studios, sum liggur í Buckinghamshire í Onglandi. Men tá vakmyndatólið varð funnið, varð tað meldað til løgregluna umgangandi.
- Vit taka málið í størsta álvara, sigur talsfólk fyri Pinewood Studios.
Hetta er tó ikki einasti trupulleikin, sum hevur verið undir upptøkunum av filminum, sum higartil bert verður nevndur "Bond 25".
Undir einari spreinging í sambandi við filmsupptøkunum fyrr í juni mánaða, fekk eitt av starvsfólkunum skaða, hóast springingin var gjørd undir eftirliti.
Og mann hevði eisini áður verið noydd at útseta filmsupptøkurnar, tí at sjónleikarin, Daniel Craig fekk skaða undir filmsupptøkum á Jamaica. Tá fekk hann skaða í økulin og mátti skurðviðgerast.
Nýggi Bond-filmurin verður frumsýndur í oktober næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald