Hóskvøldið fekk løgreglan eitt mál um "blottelse".
Í øllum førum tvær fráboðanir komu úr svimjihøllini í Gundadali. Løgreglan fór á staðið um 19-tíðina í gjárkvøldið, tosaði við fráboðarar og tann nú skuldsetta.
Sagt varð, at viðkomandi hevði nektað sær - hann hevði víst seg ov nógv fram óynskt fyri øðrum.
Løgreglan vil ikki siga, júst hvar hendingin fór fram, um hvat varð víst fram, ella um talan var um vaksin ella yngri fólk.
Men staðfest er, at ein maður varð handtikin. Hann varð avhoyrdur, noktaði seg sekan og var í fyrstu syftu leyslatin.
Vaktleiðarin sigur tó við miðlarnar í morgun, at málið nú koyrir víðar, og at hetta mest sannlígt verður eitt mál, sum endar í rættinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald