Innanlands

Maður skuldsettur fyri harðskap

Tvey kvøld á rað hevur løgreglan í Havn verið úti til húsaófrið

2023-12-14 07:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jólini nærkast, og ikki er óvanligt, at tað eru familjur, sum hava trupult at semjast um hesa tíðina.

Tvey kvøld á rað hevur løgreglan verið úti í heimum, har ófriður hevur verið, og har menninir nú eru ákærdir fyri harðskap.

Ein tilburður var fyrrakvøldið, og í gjárkvøldið var ein annar. Maðurin varð tikin á løgreglustøðina, og tað vísti seg, at hann var so mikið drukkin, at hann hevur sovið rúsin í klivanum í kjallaranum á løgreglustøðini í nátt.

Í slíkum málum, har talan er um harðskap í parløgum, er fasta mannagongdin tann, at tann órættaði parturin verður koyrdur á sjúkrahús fyri at kannast fyri skaðar, meðan tann, ið fremur harðskapin verður tikin á løgreglustøðina.

Í hesum førum verður maðurin avhoyrdur tá hann einaferð er vaknaður, og verður skuldsettur fyri harðskap. Síðan verður hann latin leysur aftur.

- Men vit royna altíð at vera í samskifti við báðar partar fyri at kanna um annar teirra hevur okkurt annað stað at fara, tí tað er ikki so snilt at ein, ið júst er ákærdur fyri harðskap, fer beint heim aftur til tann, ið hevur verið útsettur fyri harðskap. Og – hóast tað eru undantøk – so enda slíkir tilburðir sum oftast í skilnaði, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder