Innanlands

Maður skuldsettur fyri harðskap á skeinkistaði í Havn

Tveir úlendskir arbeiðsmenn vóru komnir til ilnar, og tann eini knústi eitt glas í høvdið á hinum – Eftir ætlan verður brotsmaðurin framstillaður í rættinum í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-11 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan tíggju í gjárkvøldið varð boðað frá einum harðskapsmáli á einum skeinkistaði í Havn. Talan er um sonevndan kvalifiseraðan harðskap – grovur harðskapur.

Tveir úlendskir arbeiðsmenn vóru komnir til ilnar, og tann eini knústi eitt glas í høvdið á hinum, sum fekk nakað av skaða.

Brotsmaðurin varð handtikin, og verður hann eftir ætlan framstillaður í rættinum í dag. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey fara at biðja um at fáa mannin varðhaldsfongslaðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder