Innanlands

Maður skuldsettur fyri harðskap móti tveimum persónum

Aftur í nátt var harðskapur í miðbúnum í Havn. Ein maður varð handtikin og hann svevur rúsin av sær á løgreglustøðini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-15 09:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í nátt var eitt harðskapsmál í miðbýnum í Havn. Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um harðskap í náttarlívinum í høvuðsstaðnum, og í nátt var einki undantak í so máta.

Løgreglan upplýsir í morgun, at ófriður var í miðbýnum um hálvgun seks tíðina í morgin. Ein maður varð handtikin, og hann svevur nú rúsin av sær á løgreglustøðini í Havn.

Viðkomandi skal skuldsetast fyri harðskap móti tveimum persónum.

Harðskapurin snýr seg í hesum føri um blátt eyga, skumparí og bit.

Tað er kortini avmarkað hvørjar avhoyringar eru gjørdar. Vitni høvdu helst fingið heldur nógv innanborða, og vóru biðin um at fara heim at sova, og síðani koma inn til avhoyringar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder