Innanlands

Maður skuldsettur fyri innbrot á Listasavnið

Maðurin, sum løgreglan eftirlýsti í gjár, møtti sjálvur upp á løgreglustøðini – Talan var um ein føroying í 20unum, sigur løgreglan við Kringvarpið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-01-13 13:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár eftirlýsti løgreglan ein mann, sum breyt inn á Listasavn Føroya fríggjanáttina, og um kvøldið boðaði løgreglan frá, at maðurin var funnin.

Løgreglan sigur við Kringvarpið, at maðurin sjálvur møtti upp á løgreglustøðini í gjárkvøldið. Hann hevur játtað seg sekan, er blivin avhoyrdur og síðani leyslatin aftur.

Talan er um ein føroyskan mann í 20unum, og løgreglan hevur ongan illgruna um, at onnur vóru uppíblandað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder