Innanlands

Maður skuldsettur fyri stuldur av mati

Løgreglan hevur nú skuldsett ein mann fyri innbrot á Hotel Hafnia. Maðurin skal vera farin avstað við nakað av mati - fínum mati

Tjóvurin fór avstað við dýrum mati, so sum oksalundum (Savnsmynd)

Tjóvurin fór avstað við dýrum mati, so sum oksalundum (Savnsmynd)

2024-02-23 08:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var um eitt-tíðina mikunáttina, at ein maður breyt inn á Hotel Hafnia á Áarvegnum í Havn at stjala mat.

Les eisini: Stjól mat á Hotel Hafnia

Løgreglan upplýsir í morgun, at ein maður er skuldsettur í málinum, og at meginparturin av matinum kom afturíaftur. Vit kunnu tó leggja afturat, at stolni maturin er burturbeindur.

Talan var um "dýran mat", sum vaktleiðarin á løgreglustøðini orðar seg. Pengar vórðu ikki stolnir.

Á Hotel Hafnia eru vakmyndatól, og longu gjáramorgunin hevði løgreglan hugt eftir upptøkunum, og hevði góð spor at ganga eftir.

Les eisini: Nógv at koma eftir í Vági

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder