Ein sjómaður doyði eftir at hann sló út úr einum fiskifari í hetlenskum sjógvi í nátt.
BBC og Shetnews skriva, at boðini komu klokkan 03:20 í morgun frá einum fiskifari, ið var statt 30 fjórðingar í ein landsynning úr Sumburgh Head.
Bjargingartyrla frá The Shetland Coastguard varð send avstað at leita. Um fýra tíðina funnu tey mannin í sjónum, tóku hann upp og fluttu hann til lands í Hetlandi har hann varð fluttur á Gilbert Bain Hospital í Lerwick. Á sjúkrahúsinum varð staðfest, at maðurin var deyður, upplýsir løgreglan fyri miðlunum.
Løgreglan fer nú at seta í verk eina nærri kanning av, hvat hendi í sambandi við vanlukkuna.
Onki verður upplýst um hvaðani deyði sjómaðurin er, og hvørjum skipi hann sigldi við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald