Ein útlendingur var í gjár framstillaður í grundlógarhoyri í Føroya rætti. Viðkomandi játtaði seg sekan í álvarsligum harðskapi, og fekk tí ein sokallaðan straks-dóm áljóðandi 60 daga treytað fongsul og bann at koma aftur til Føroya næstu fimm árini.
Tilburðurin varð fráboðaður um hálvgun ellivu tíðina leygarkvøldið, og fór fram á einum privatum bústaði í Havn.
Tveir mans, báðir útlendingar, komu til ilnar, og tað endaði við at annar fekk so álvarsligar skaðar, at hann mátti innleggjast á Landssjúkrahúsið.
Hin maðurin varð skuldsettur fyri álvarsligan harðskap, altso eftir teirri hørðu greinini, grein 245, í revsilógini.
Maðurin varð handtikin leygarkvøldið, framstillaður fyri dómara í rættinum í gjár, og í dag verður hann sendur av landinum, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald