2021-09-26 22:34

Ein maður, sum er undir illgruna fyri at hava sett eld á eini sethús á Stykkinum, er varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Tað hevur Føroya rættur avgjørt í kvøld, boðar løgreglan frá.
Eldurin var boðað frá eldi á Stykkinum. Ikki bara í einum húsi, men eldurin hevur helst breitt seg frá tí eina húsinum til tvey onnur hús nærhendis.
Løgreglan hevur í dag gjørt kanningar, og kanningararbeiðið førdi til grundlógarforhoyr, har ein maður er varðhaldsfongslaður í 4 vikur fyri eldásetan. Ein annar maður er í løtuni í grundlógarforhoyri fyri onnur brot millum annað harðskap og brúksstuldur, sigur løgreglan.
Sí eisini: Myndir: Eldur í trimum húsum á Stykkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald