Innanlands

Maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri barnaporno

Fráboðan kom frá felagsskapi í USA mánakvøldið, og maðurin í 40'unum varð handtikin fáar tímar seinni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-02 15:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein maður í 40'unum er varðhaldsfongslaður í 4 vikur fyri at deila pornografiskt tilfar av børnum.

Føroya Politi handtók í gjár ein mann og skuldsetti hann fyri brot á ásetingarnar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og undir serliga skepandi umstøðum at hava breitt út pornografiskt tilfar av børnum.

Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt.

Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag. Maðurin var varðhaldsfongslaður í 4 vikur.

Talan er um eitt sokallað "NCMEC-mál", (les NEKMEK) sum er byrjað við, at Føroya Politi hevur fingið boð frá felagskapinum National Center for Missing & Exploited Children (NCMEC) í USA um at tilfar, sum kann vera ólógligt er deilt á internetinum. Endamálið hjá NCMEC er m.a. at fyribyrgja kynsligari misnýtslu av børnum á netinum.

Kanningardeildin hjá politinum fekk boð frá NCMEC mánakvøldið, og politiið kundi handtaka mannin fáar tímar seinni.

Kanningardeildin fer nú undir at gera nærri kanningar. Hetta fevnir m.a. um kanning av teldum og øðrum elektroniskum tólum hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, um brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder